Úr Savninum: Tá B71 oyðilegði ólavsøkuna hjá HB

(Rás2 Sportboxin) Hoyr um minniliga dystin ólavsøkuaftan, tá Símin Hansen og liðfelagarnir í B71 vunnu á HB

Millum fremstu einstøku minnini hjá B71-viðhaldsfólkum, um FM gullið í 1989, og steypagullið í 1993 ikki verður talt við, so er sigurin á HB ólavsøkuaftan 2010 óivað millum tey fremstu minnini hjá fótbóltsglaðum sandoyingum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr táttin "Úr savninum", sum er partur av sendingini Sportboxin á Rás2. Hesaferð hoyra vit hæddarpunktini frá dystinum HB-B71 1-2, sum var spældur ólavsøkuaftan í 2010.

 

Fyri stuttum hitti Tróndur Arge eisini Símin Hansen, sum skoraði eitt minniligt mál í sigrinum ólavsøkuaftan í 2010. Símun Hansen staðfestir, at gjørdi mun, at hann hevði etið grind áðrenn dystin.