Úr Savninum: Oyggjaleikagull í kvinnuflogbólti í 2009

(SportBoxin) Í táttinum "Úr savninum" í SportBoxini á Rás2 var leitað aftur til oyggjaleikirnar í Álandi í 2009

Millum mongu góðu minnini, sum eru um tað føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti er oyggjaleikafinalan ímóti Saareema í Mariehamn í Álandi á sumri í 2009.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr brot úr minniligu frásøgnini hjá Hilmari Jan Hansen. Vit komu inn seinast í fjórða settið, og seinast í fimta settið, tá minniligi sigurin bleiv tryggjaður aftaná, at føroyska liðið næstan var úti av dystinum í fjórða settinum, men tað endaði lukkuliga, og við gullið til Føroyar.

 

Tátturin "Úr Savninum" er partur av sendingini SportBoxin á Rás2.