Rúsan sleppur ikki at lata handil upp í SMS

Tað er nú greitt, at Rúsan sleppur kortini ikki at lata handil upp í SMS. Tað eru Løgmaður og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, samdur um.

Løgmaður sigur beint nú, at hann og landsstýrismaðurin eru samdur um at steðga á við ætlanini at lata ein handil við úrvalsvíni og úrvalsbrennivíni upp í SMS.

Síðani skal spurningurin um Rúsuna takast upp til víðari viðgerð.

Í hesum sambandi hava fleiri tinglimir eisini boðað frá, at teir eisini vilja hava Rúsuna úr Miðlon, har hon leigar nú, tí teir halda ikki, at hon skal verða partur í einum handilsdepli, men verða ein sjálvstøðugur handil.

Løgmaður heldur eisini, at Rúsan eigur at sleppa undan kravinum um eitt ávíst avlop, men at prísurin skal verða stýrdur av avgjøldum.