Rúsan letur nú eisini upp í Vestmanna

Um eina viku sleppa vestmenningar frá at fara av bygdini, tá ið teir vilja hava ein dropa

Nú fer Rúsan eisini at lata eina deild upp í Vestmanna.

 

Rúsdrekkasøla landsins sigur í tíðindaskrivi í dadg, at tað verður um eina viku, hósdagin 18. mai, at deildin í Vestmanna letur upp.

 

Men talan verður um ein lítlan handil, sum fer at hava avmarkaðar upplatingartíðir, tí hann verður bara opin hósdag, fríggjadag og leygardag.

 

Úrvalið í nýggju sølubúðini verður nakað tað sama sum í sølubúðini á Sandi, men upplatingartíðir og vøruúrval verða lagað eftir eftirspurninginum.

 

Frá 1993 til 2015 hevði Rúsdrekkasølan seks deildir kring landið. Fyri tveimum árum síðani læt eisini ein deild upp við Norðskála, og nú ein sølubúð kemur aftrat í Vestmanna, hevur Rúsan sostatt átta deildir kring landið.

 

Eftir teirra meting hevur Rúsan tænt sínum endamáli, tí bara frá 2008 til 2014 minkaði sølan av reinum alkolholi munandi.  Í 2008 vórðu seldir 192.802 litrar av reinum alkoholi. Í 2016 vórðu seldir 181.296 litrar.

 

– Gongdin er, at føroyingar drekka minni sterkt og meiri veikt, sigur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri.