Soppavøkstur ger, at Rúsan í Havn steingir, men leiðarin vónar at kunna lata upp aftur ein av fyrsti døgunum við einum minni úrvali Rúsan í Havn má nú lata aftur og hon letur ikki uppaftur teir fyrstu dagarnar. Orsøkin er, at húsið er so illa fongt við soppi, at har er ikki ráðiligt at vera, sigur Elsa Maria Olsen, leiðari við Útvarpið hjá Kringvarpinum.
Kanningar vísa, at soppavøksturin er so ringur, at tað er ikki ráðiligt hjá fólki at vera til húsið er kanna nærri
Hon ivast í um nakað brennivín ella vín verður at fáa í Havn í morgin, men tey royna at lata uppaftur onkrastaðni í býnum við einum minni úrvali so skjótt, sum tilber.
Tey vóna at kunna lata rúsuna upp aftur seinni í vikuni, men tað er ikki vist, kortini.










