Har klingaði í kassaapparatunum og klirraði í reyðu posunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins hósdagin, tá fólk keyptu inn til ólavsøkuna.
27. juli 2000 stendur eftir sum dagurin, tá Rúsan í Havn seldi tað mesta, hon nakrantíð hevur selt eftir einum degi.
Allar hinar deildirnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins seldu eisini nógv undan ólavsøkuni, men tó ikki so nógv sum til dømis undan jólunum.
Av tí sama setti 27. juli í ár ikki met sum størsti søludagur hjá Rúsuni sum heild, men bara í Havn.
Har siga tey úr Rúsuni, at hóast stóru søluna, so gekk væl at avgreiða viðskiftafólkini. Størsta trýstið var tíðliga um morgunin, men tá tað hevði lagt seg, kundi ein innkeypstúrur í Rúsuni í Havn aftur klárast upp á nakrar minuttir.
Hóast metstóra søludagin, so hevur sølan í Rúsuni í Havn ígjøgnum júst lidna juli mánað í ár verið minni enn sama mánað í fjør.