Minkandi ferðin á samfelagshjólunum ger hølistrupulleikarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Eysturoynni minni átrokandi.
Í fleiri ár hevur Rúsan leitað eftir betri hølum til deildina í Eysturoynni. Serliga eru tað parkeringsviðurskiftini og atkomumøguleikarnir annars, sum ikki eru nøktandi í deildini í Runavík. Rúsdrekkasølan hevur fingið bjóðað fleiri høli í Eysturoynni, og eisini hava samráðingar verið við útleigarar.
- Fyri tveimum árum síðani vóru trupulleikarnir átrokandi. Men nú er minni virksemi, og sølan er minkandi, sigur Dagmar Joensen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.
Í fjør minkaði sølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins við trimum prosentum, sammett við árið fyri, og higartil í ár hevur gongdin verið tann sama. Minni verður selt. Tí hava ætlanirnar um at flyta í onnur høli lægri raðfesting í dag enn fyri fáum árum síðan.
- Seinastu tvey árini hava ongar samráðingar verið, og í løtuni eru ongar ætlanir um at flyta deildina í Eysturoynni, sigur Dagmar Joensen.