Rúsan bjóðar sær nú til at standa fyri eini landsumfatandi innsavningarskipan fyri tómar fløskur. Hetta hevði verið ein stórur fyrimunur fyri øll, tí so er bara eitt stað at fara hjá øllum teimum, sum vilja sleppa av við tómar fløskur.
Sum støðan er nú, er mangan neyðugt at rekast ímillum fleiri handlar, tí handlar taka ofta bara ímóti fløskum, teir sjálvir selja.
Skipanin í dag er so tvørligt, at tað eru milliónir av tómum fløskum blikkum, sum ongantíð verða latin inn aftur, men ístaðin verða tveittar burtur, ella blakaðar náttúrina.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at bøta um innsavningarskipanina fyri tómar fløskur.
Rúsan heldur, at frægasta loysnin er, at tað bara er eitt felag sum tekur sær av allari fløskuinnsavning í øllum landinum.
Og eini slíkari skipan bjóðar Rúsan sær nú til at skipa fyri.
Ein slík innsavningarskipan skal ikki geva avlop, men skal fíggjast við tí, yvirskotspanti, sum fæst fyri fløskurnar. Men skuldi tað kortini hent seg, at tað verður eitt avlop, skal tað latast tið vælgerðandi endamál.
Rúsan sigur, at soleiðis eru allar móttøkuskipanirnar í Norðanlondum skipaðar.
Rúsdrekkasølan hevur longu eina vælvirkandi móttøkuskipan. Hetta er ein skipan, sum har nógvar fløskur verða lætnar inn, tí hon er so brúkaravinarlig, og tí verður tað ikki serliga dýrt at byggja hana út til at taka ímóti øllum fløskum.