Rósa Zarqawi

Saudiarabiski vongurin av yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda rósar yvirgangsmanninum Abu Musab al-Zarqawi, sum doyði í einum amerikonskum álopi í Irak í síðstu viku.

-Hann steðgaði teirri haturskendu álopsferðini hjá krossfararunum. Hann beindi fyri øllum ætlanunum, sum amerikanararnir høvdu lagt og rendi teir í eina búskaparliga og hernaðarliga kreppu, stendur í einari kunngerð frá al-Qaeda í Saudiarabia.

Kunngerðin stóð á einari saudiarabiskari heimasíðu í gjár, men tað er ikki greitt, um hon veruliga var frá al-Qaeda.