Rósa Samuelsen Flytir 16 milliónir úr Havn

LOKALPOLITIKKUR Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur nú strikað ætlanini at byggja íbúðir til sinnisveik í Havnini. Ístaðin skal íløgan upp á 16,2 milliónir flytast vestur í hennara egnu heimbygd, Sandavág

Ætlanin at byggja 16 íbúðir í Havnini til sinnisveik, er nú slept.
Tað hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú tikið avgerð um.
Í staðin fyri skulu hesar íbúðirnar nú byggjast í heimbygdini hjá landsstýriskvinnuni, Sandavági.
Landsstýriskvinnan ætlar at brúka 16,2 milliónir til endamálið og fyri ta upphæddina væntar hon, at tey klára at byggja onkustaðni ímillum 10 og 16 íbúðir í Sandvági við teimum arbeiðsplássum, tað førir við sær.
Hon hevur longu skrivað eitt uppskot um hetta, sum hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstu framtíð.
Hon sigur, at lógin verður í gildi í tvey ár og tískil skal málið verða avgreitt í seinasta lagi nýggjársaftan í 2013.

Flytast úr Havn
Hetta er ein ætlan, sum tað annars alla tíðina hevur verið ætlanin at seta í verk í Havn.
Løgtingið hevur samtykt at hendan byggingin til sinnisveik skuldi vera í Havn.
Ætlanin var at byggja 16 íbúðir í tveimum byggistigum, har fyrra byggistig fevnir um 10 íbúðir, og seinna byggistig fevnir um seks íbúðir.
Men seinni varð ætlanin broytt til at tað skuldi byggjast eitt vanligt sambýli til sinnisveik ístaðin.
Eisini hendan lógin er galdandi í tvey ár og hon ferð sostatt úr gildi á nýggjárinum í ár, men enn er málið ikki avgreitt.
Men nú hevur landsstýriskvinnan so gjørt av at sleppa ætlanini at byggja í Havn og at flyta alla verkætlanina til Sandavágs, stendur í uppskotinum, hon ætlar at leggja fyri Løgtingið og sum Sosialurin hevur fingið fatur á.
Hon sigur, at málið um at byggja sambýli í Tórshavn til sinnisveik stavar heilt aftur frá aldarskiftinum, og fleiri ætlanir hava verið á borðinum, sum av ymiskum orsøkum ikki hava vunnið frama.
Hóast ætlanin síðani er broytt til at byggja sambýli ístaðin fyri íbúðir, hevur landsstýriskvinnan gjørt av at venda aftur til upprunaligaætlanina um at byggja íbúðir.
Samstundis verður ætlanin broytt.
Upprunaliga skuldi ætlanin bara fevna um íbúgvarnar á psykiatriska deplinum, men nú hevur Rósa Samuelsen gjørt av, at hon skal fevna um sinnisveik í síni heild.
Gongur, sum hon ætlar, skulu íbúðirnar í Sandavági byggjast næsta ár og í 2012.

Býráðið vil ikki dansa við
Ein orsøk til, at ætlanin at byggja íbúðir til sinnisveik nú verður flutt úr Havn til Sandavágs, er tann, at Tórshavnar Býráð hevur verið so tungt at dansa við
Rósa Samuelsen sigur, at tað hevur gingið striltið at fáa byggiloyvi til endamálið í Tórshavn.
Ein orsøk til tað er, at Tórshavnar Býráð hevur sett ymisk krøv í sambandi við innkoyringina til stykkið, har ætlanin er at byggja.
- Hesi krøv fara at seinka byggingini munandi, staðfestir Rósa Samuelsen.
Tí hevur hon gjørt av at broyta ætlanina og at byggja í deplum eins og í Suðuroy.
- Í Suðuroy verða í løtuni bygdar 10 íbúðir og eitt virknistilboð, sum hava til endamáls at samskipa alla sosialpsykiatri í Suðuroy.
- Tað er tí natúrligt, at valið fellur á Vágoy, har tað frammanundan eru tvey sambýlir. Við at byggja í Vágoy, verður farið undir sama leist sum í Suðuroynni, og samstundis verður møguleiki fyri at samskipa øll tilboðini í oynni, sigur Rósa Samuelsen.
- Grundhugsanin við deplinum í Vágum er at talan verður um eitt tilboð, har sambýlið á Traðarvegi og Fobbakletti verða bústaðartilboð til teir veikaru bólkarnar, sum hava størri hjáveru fyri neyðini.
Samstundis skulu sambýlini so vítt møguligt verða útslúsingarstøðir og at búfólkini á sambýlunum so vítt møguligt verða fyrireikað til at flyta í sjálvstøðuga íbúð har tað ber til.
Hon sigur, at tey hava havt fund við Vága Kommunu og hon er sinnað at lata ókeypis grundstykki til byggingina.

108.000 fermetrar
Tað er á tí stóra stykkinum, har bæði Eirargarður, psykiatriska deild á Landssjúkrahúsinum, íbúðarblokkar, og aðrir bygningar hjá Heilsuverkinum standa, at ætlanin eisini hevur verið at byggja íbúðirnar til sinnisveik.
Stykkið er heilar 108.723 fermetrar til støddar og gongur heilt frá Frælsinum, vestur í Heygsvegin, Norður til Eystan Heyg sunnanfyri eru Velbastaðvegurin og J.C. Svabosgøta mark.
Les eisini greinina, har borgartjórin í Havn heldur hetta vera "Forkastiligt"