Rósa fer ikki at spara eldraøkið

Landsstýriskvinnan við Almannamálum tekur aftur uppskotið um ætlaðu sparingarnar á eldraøkinum. Tað boðar Rósa Samuelsen frá í skrivi sent fjølmiðlunum í morgun.

Landstýriskvinnan sigur seg harmast viðgerðina uppskotið hevur fingið, og at samgongan ikki vildi setast um borðið og tosa um sparingarnar.

- Eg skal framhaldandi finna 18 milliónir krónur áðrenn 1. oktober. Tað eru aðrir mátar at finna hesa upphædd uppá og eg havi áður víst á onnur mál, sum kunnu spara landskassanum pening, sigur Rósa Samuelsen.

Í skrivinum stendur, at bygnaðurin innan almannaøkið skal endurskoðast.

- Allar dupult funktiónir skulu samskipast fyri at fyribyrgja óneyðugum útreiðslum, hvør króna skal vendast, og tryggjast skal at peningurin verður brúktur til røttu endamál, eru boðini frá Rósu Samuelsen.

Landsstýriskvinnan sigur, at aðalmálið framhaldandi er, at tænastur til borgaran skulu skerjast sum minst.

- Neyðugt er at hyggja gjølla eftir tí umsitingarliga partinum, áðrenn tænastustøðið verður lækkað. Tað er mín skylda at tryggja, at eisini á almannaøkinum fær borgarin sum mest fyri hvørja krónu, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við Almannamálum.