Týsdagin verður nýggj sending á skránni hjá Rás2. Talan er um sending, sum verður gjørd og send úr Klaksvík.
Rás2 hevur seinnu árini javnan sent úr Klaksvík, og nú verður seinnapartur týsdag settur av til sending úr Norðoyggjum.
- Vit hava studio og skrivstovu í Klaksvík, og vit fáa nógvar áheitanir frá fólki um at gera sendingar úr Norðoyggjum. Tað er ein orsøk til, at vit nú undir eina fasta sending úr Klaksvík aftur. Vit vilja eisini gjarna verða við til at seta fokus á Norðoyggjar í onkrum sendingum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
- Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið tveir mans at standa fyri sendingini, sum áður hava gjørt sendingar úr Norðoyggjum og sum hava innlit í lokaløkið, sigur hann.
Fokus á lokaløkið
Tað verða Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø, sum fara at framleiða sendingarnar. Teir hava áður gjørt útvarpssendingar – millum annað Heimabeiti, sum Útvarpið sendi úr Klaksvík í nøkur ár.
Onnur fólk frá Rás2 verða eisini við í sendingunum av og á.
Í sendingunum verður ymiskt úr lokaløkinum tikið upp. Tosað verður við fólk, sum vitja í studio, og av og á verður eisini kjak um evni, sum eru frammi.
Sendingin úr Klaksvík verður at hoyra hvønn týsdag millum klokkan 15 og 17.