Í dag er nógv jólaligt á skránni í Havnini og á Rás2 fara tey at fylgja við tí, sum hendir. Jólaskipið kemur á Havnina klokkan 15 og umborð er eisini Tróndur Arge frá Rás2, sum fer at siga frá ferðini inn eftir Havnarvág.
Tað er eisini nógv annað jólaligt á skránni í Havn í dag og Rás2 fer at hava fingurin á pulsinum. Byrjað varð at senda klokkan 13 og hildið verður á til klokkan 19.