VÍF er føroyameistari í hvonndeildini.
Tað er staðfest aftaná 22-17 sigurin hjá vestmannakvinnum á kyndilskvinnum í tí triðju FM-finaluni, ið var leikt í Vestmanna í dag. Í steðginum var VÍF á odda 10-7.
Agnas Olsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein samandrátt av triðju FM-finaluni.
Tróndur Arge segði beinleiðis frá dystinum á Rás2. Claus Rasmussen var viðmerkjari.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Marionnu Holm Jacobsen hjá VÍF hoyrist HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran og fimm spælarar hjá VÍF hoyrast HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Flemming Raben, venjara og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli hoyrast HER