TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði í sendingini Sjóðteim á Rás2 millum hálvgum tólv og tólv fyrrapartin í dag.
Samrøðan var við roynda filmsupptøkumannin og filmsentusiastin, Rùna Friis Kjær.
Samrøðan snúði seg um Oscar-virðislønirnar. Rúni Friis Kjær sat uppi í nátt og fylgdi gongdini frá byrjan til enda.
"The Shape of Water" var tilnevndur í 13 bólkum, og vann í fýra. Dunkirk, hjá Christoper Nolan, hevði átta tilnevningar og vann tríggjar virðislønir.
Gary Oldmann fekk heiðurin sum besti mannligi sjónleikari fyri sín leiklut sum Winston Churchill í filminum "Darkest Hour", meðan Frances McDormand gjørdist besti kvinnuligi sjónleikari fyri sín leiklut í "Three Billboards Outside Ebbing, Missouri."
Guillermo del Toro er tó undir skuldsetingur fyri at hava stolið stórar partar av søguni til The Shape of Water frá sjónleikinum Let Me Hear You Whisper, eftir Pulitzer-vinnaranum Paul Zindel. Bæði filmurin og sjónleikurin eru um eina kvinnu, sum forelskar seg í einum sjóskapningi, og sum roynir at seta tað í frælsi, tá hon fær frænir av, at tað skal drepast.