Rás2: Soleiðis ljóðaði tað tá Suðringar vunnu í Gøtu

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá TB/FCS/Royn vann ein óvæntaðan 3-2 sigur á FM-vinnarunum, Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá TB/FCS/Royn vann helst mest óvæntaða sigurin í effodeildini í ár, tá teir á útivølli í Sarpugerði í Norðragøtu vunnu 3-2 á FM-vinnarunum, Víkingi.

 

Hilmar Jan Hansen segði frá dystinum á Rás2, og í fýra av fimm førum breyt hann inn meðan Tróndur Arge segði frá dystinum millum KÍ og HB, sum endaði 0-0.

 

Á upptøkuni hoyra vit eisini dystarendan av tí ótrúliga dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu, har TB/FCS/Royn tók eitt stórt stig til at tryggja sær rættin til at varðveita sessin í effodeildini komandi kappingarár.

 

TB/FCS/Royn hava nú 28 stig, og eru seks stig røttu megin niðurflytingarstrikuna nú níggju stig eru eftir at spæla um.