Rás2: Soleiðis ljóðaði tað tá ÍF vann á Mjølnir

(Rás2) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum ÍF-Mjølnir 3-1. Rønn Eliasen var viðmerkjari

Oddadystur var í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti fyrr í kvøld. ÍF og Mjølnir møttust á Kambsdali.

 

Heimaliðið ÍF vann dystin 3-1. Settmunurin var 25-20, 25-14, 15-25 og 25-20. Sunnudagin klokkan 16 møtast SÍ og Fleyr vesturi í Sørvági.

 

Mjølnir er á odda í meistaradeildini við 20 stigum. ÍF hevur 15 stig, Fleyr hevur 11 stig og aftast er SÍ við fimm stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum í dystinum ÍF-Mjølnir 3-1. Rønn Eliasen var viðmerkjari.