Rás2: Skansin stuðlar U21-landsliðnum í dag

(Rás2) Hoyr prát við Hans Kristian Eyðunsson Hansen frá Skansanum, sum eisini eftirlýsir eitt Go Pro myndatól hjá Skansanum

Klokkan 16.45 seinnapartin spælir føroyska U21 landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Pólandi á Tórsvølli.

 

Frálíka fjepparafelagið Skansin ætlar ikki, at føroyska U21 landsliðið skal verða uttan stuðul til dystin í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Hans Kristian Eyðunson Hansen frá Skansanum í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin.

 

Hans Kristian Eyðunsson Hansen eftirlýsir eitt Go Pro myndatól hjá Skansanum, sum bleiv burtur aftaná EM-undankappingardystin ímóti Lettlandi. Hann vónar, at tann sum hevur Go Pro myndatólið gevur seg til kennar, og skrivar eini privatboð til Facebook-bólkin hjá Skansanum.