Stór fótbóltssending verður á Rás2 seinnapartin.
Klokkan 14 til klokkan 14.55 verður upptakt. Prátað verður við Petur Asbjørn Lervig, ið var millum áskoðararnar, ið sóu minniliga Champions League dystin millum Liverpool og Manchester City, sum endaði 3-0 til Liverpool. Prátað verður eisini beinleiðis við Víkinga-fjepparan, Per Martin Gregersen og B36-fjepparan, Boga Simonsen. Vit hoyra prát við Skála-venjaran, Eyðun Klakstein, og vit hoyra eisini prát við Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn. Vit hoyra eisini metingar um teir fýra dystirnar, ið verða leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin.
Klokkan 14.55 verður sett til Sarpugerði í Norðragøtu, har Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum Víking og B36. Klokkan 15 byrjar eisini dysturin millum NSÍ og 07 Vestur. Helgi L. Petersen verður heimildarmaður.
Klokkan 16 fer Hilmar Jan Hansen at byrja frásøgnina av dystinum millum EB/Streym og HB í Hólmanum á Eiði. Klokkan 16 byrjar eisini dysturin millum KÍ og AB. Eyðun Thorgeirsson verður heimildarmaður.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá allir dystirnir eru leiktir.
Aftaná dystarlok práta Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen við umboð fyri Víking, B36, EB/Streym og HB.
Í sendingini "Triði Hálvleikur", ið byrjar klokkan 18 verður tosað við Sámal Erik Hentze, venjara hjá NSÍ, Jón Krosslá Poulsen hjá 07 Vestur, Jobin Drangastein hjá AB, og umboð fyri KÍ. Í sendingini verður eisini prátað við Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjara hjá kvinnulandsliðnum, ið saman við sínum spælarum fyrireikar seg til HM-undankappingardystin ímóti Ìslandi, ið verður spældur á Tórsvølli, týskvøldið klokkan 17.
Øll kunnu lurta eftir sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.