Rás2 sigur frá tveimum flogbóltsdystum seinnapartin

Sagt verður frá steypakappingardystunum KÍF-Fleyr (kvinnur), klokkan 13, og TB-SÍ (kvinnur), klokkan 14.30.

 

Sunnudagin sigur Rás2 frá tveimun dystum í steypakappingini hjá kvinnum.



Klokkan 13 verður sagt frá dystinum í bólki 2 millum KÍF og Fleyr. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum.  Eisini verður sagt frá dystinum í bólki 1 millum TB og SÍ, sum byrjar klokkan 14.30. Óli G. Samuelsen sigur frá tí dystinum. 




Rás2 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, og á FM 88,7;   FM 95,9  ella FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.