Rás2 sigur frá trimum hondbóltsdystum í dag

Sagt verður frá kvinnudystinum millum VB og Stjørnuna, og mans og kvinnudystinum millum VÍF og Kyndil

Komandi fimm mánaðarnar fer Rás2 at siga frá hondbólti. Sunnudagin sigur Hilmar Jan Hansen frá VB-Stjørnan (Hvonn), sum byrjar klokkan 15, og Tróndur Arge sigur frá VÍF-Kyndil (Hvonn), sum byrjar klokkan 14.30, og frá VÍF-Kyndil (FTZ), sum byrjar klokkan 16.

 

Sendingin byrjar klokkan 14.25. Aftaná dystarlok verður prátað við umboð fyri onnur FTZ lið.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Fólk í Vestmanna lurta við á STAÐIÐ FM 101.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo seinni í dag.