Rás2 sigur frá trimum effodystum hetta vikuskiftið

Sagt verður frá Skála-KÍ. Í morgin verður sagt frá B36-Víkingur og 07 Vestur-HB. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá

Rás2 spennir seg veruliga út við fótbóltsfrásagnunum hetta vikuskiftið. 

 

Í kvøld klokkan 19 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum millum Skála og KÍ, sum verður spældur á Tórsvølli. Í morgin klokkan 15 verður Hilmar Jan Hansen staddur á ovara vølli í Gundadali har hann fer at siga frá dystinum millum B36 og Víking. Klokkan 17 í morgin verður Tróndur Arge staddur í Sørvági. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum 07 Vestur og HB, sum verður spældur á tí nýggja undirlagnum í Sørvági.

 

Í Rásarúminum fer Heri Simonsen at hava heimildarmenn til dystirnar, EB/Streymur-NSÍ, sum byrjar klokkan 15 í morgin, og ÍF-TB/FCS/Royn, sum byrjar í morgin klokkan 16 í morgin.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Eisini ber til at fylgja øllum dystunum á in.fo. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.