Rás2 sigur frá stórsteypadystinum

Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá stórsteypadystinum millum Víking og KÍ

Víkingur og KÍ møtast leygarkvøldið klokkan 19 á Tórsvølli í stórsteypadystinum, ið er sjálv byrjanin upp á kappingarárið 2017, samstundis sum pengar verða savnaðir til vælgerandi endamál.

 

Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Sendingin byrjar klokkan 18.30.

 

Lions Club í Føroyum hevur gjørt av, at ágóðin frá Stórsteypadystinum hesaferð skal fara til Team Rynkeby Føroyar.

 

 

Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði, sum síðani 2002 á hvørjum sumri hevur súkklað stívliga 1.200 kilometrar til París fyri á tann hátt at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.

 

 

Tilsamans fevnir Team Rynkeby fevnir um 1.700 súkklarar og 450 hjálparfólk á 44 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi, og føroyingar hava síðani 2014 havt sítt egna lið, Team Rynkeby Føroyar.

 

 

Øll søla av atgongumerkjum og alt tað, sum annars kemur inn í sambandi við Stórsteypadystin, sum altso verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19, fer óskert til góða endamálið.