Rás2 sigur frá søguligu HM-áttandapartsfinaluni

Tróndur Arge sigur frá HM-dystinum Frakland-Føroyar, sum byrjar klokkan 14. Pole Hansen verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 13

Klokkan 14 verður tann størsti landsdysturin í føroysku hondbóltssøguni. Tá spælir føroyska U21 landsliðið eina søguliga HM-áttandapartsfinalu ímóti hondbóltsrisanum, Fraklandi.

 

Sendingin byrjar klokkan 13. Fyrsti gestur í Rásarúminum verður Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltsamband Føroya. Annars verða upptaktsprát við spælarar og høvuðsvenjaran at hoyra

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum, og við sína lið verður holli og stinni viðmerkjarin, Pole Hansen. Aftaná dystin verða beinleiðis samrøður við spælarar og venjarar, og Pole Hansen og Claus Rasmussen fara at taka samanum.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á FM 94,8.

 

In.fo fer eisini at hava tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.