Rás2 sigur frá NSÍ-Shakhtyor Soligorsk í kvøld

Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.45

Í kvøld klokkan 19 tekur NSÍ ímóti hvítarussiska liðnum, Shakhtyor Soligorsk á Svangaskarði á Toftum.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum á Rás2. Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.45. NSÍ-legendan og landsliðslegendan, Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari til dystin.

 

Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Somuleiðis fer in.fo at fylgja dystinum millum Ventspils og Víking, sum byrjar klokkan 16, og fylgt verður eisini við dystinum millum Levadia Talinn og HB, sum byrjar klokkan 17.

 

Ljóðsamrøður, sum verða gjørdar við umboð fyri NSÍ aftaná dystin á Svangaskarði koma út á in.fo seinni í kvøld.