Klokkan 15 seinnapartin verður oddadystur í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.
Tá møtast Mjølnir og ÍF í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.
Mjølnir er nummar eitt við 23 stigum, og ÍF er nummar tvey við 21 stigum. Fleyr er nummar trý við 16 stigum og SÍ er aftast við seks stigum.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.