Rás2 sigur frá landsliðsflogbólti komandi dagarnar

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá øllum EM/HM undankappingardystunum hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti

Komandi trý kvøldini fer Rás2 at gera nógv burturúr EM/HM undankappingini fyri kvinnulandslið í flogbólti, sum verður avgreidd í høllini á Hálsi í Havn.

 

Hilmar Jan Hansen, sum sæst við landsliðsvenjaranum, Jóan Peturi á Stongum á myndini fer at siga frá teimum trimum dystunum føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spælir ímóti Írlandi, Liktinstein og Kýpros.

 

Í kvøld klokkan 20 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystunum millum Føroyar og Írland.

 

Tað ber til at lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.