Komandi mánaðarnar til flogbóltsárið endar fer Rás2 at siga frá flogbóltsdystum í meistaradeildunum hjá bæði kvinnum og monnum.
Sum altíð kunnu øll lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Klokkan 13 í dag fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystunum í meistaradeildini hjá kvinnum millum KÍF og Fleyr.
Fleyr er nummar tvey í meistaradeildini við níggju stigum, og KÍF er nummar trý við átta stigum.