Aftur í dag verður ein stórur ítróttardagur á Rás2.
Millum klokkan 13 og 14.45 verður sendingin SportBoxin endursend, har m.a. ber til at hoyra málverjarnar hjá B36 og HB, Tórð Thomsen og Teit M. Gestsson millum klokkan 14 og 14.45.
Aftaná klokkan 14.45 verður sent beinleiðis. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum KÍ-07 Vestur norðuri í Klaksvík, og HB-ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn. Kunnað verður um gongdina í hinum báðum dystunum, Víkingur-Skála og TB/FCS/Royn-EB/Streymur. Allir fýra dystirnir byrja klokkan 15.
Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni har prát verður við umboð fyri øll lið, sum hava verið í leiki í dag.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.