Tað verður stór fótbóltssending á Rás2 frá klokkan 12.15 til klokkan 18.15 í dag.
Skráin fyri sendingina er hendan:
Klokkan 12.15 til 14: Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum: Gestir: Leivur Frederiksen (KVF) og Jákup Ósá (Norðlýsið).
Klokkan 14 til 15: Beinleiðis upptakt: Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. Prátað verður við m.a. við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen.
Klokkan 15 til 17: Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá dystunum Víkingur-Skála og HB-Kí. Kunnað verður frá gongdini í hinum dystunum. Vertur og tøkningur verður Heri Simonsen.
Klokkan 17 til 18.15: Sendingin "Triði Hálvleikur" verður beinleiðis á Rás2. Hesir verður ígjøgnum til eitt telefonprát: Glenn Ståhl (Suðringar), Sámal Erik Hentze (NSÍ), Heðin Askham(EB/Streymur), Jákup Á Borg (B36), Heðin Stenberg (AB) og Pauli Poulsen (07 Vestur).
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður við umboð fyri øll 10 Betri deildar liðini hjá monnum koma út á in.fo tá dystirnir og sendingin er liðug.
Komandi vikurnar fer Rás2 annars at siga frá bæði fótbólts, flogbólts og hondbóltsdystum.