Í kvøld verður byrjað at leika fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini í hondbólti, og Rás2 er sum vant á staðnum.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge, frásøgumenn hjá Rás2 siga frá teimum báðum dystunum, sum verða spældir í Hoyvíkshøllini í kvøld.
Talan er um dystirnar H71-Kyndil, kvinnur, sum byrjar klokkan 18.30, og H71-Neistin, menn. Mansdysturin byrjar klokkan 20.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7. FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður, samanumtøkur o.a. tilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.