Klokkan 17.30 spælir føroyska manslandsliðið í flogbólti ímóti sterka liðnum úr Saaremaa, sum hevur vunnið oyggjaleikirnar alla hesa øldina. Dysturin verður í Ishallen í Visby, sum vanliga er ein íshokkileikvøllur, men sum verður brúktur til flogbólt meðan oyggjaleikirnir eru.
Hilmar Jan Hansen fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Til ber at lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.