Rás2 sigur frá í Gundadali og í Klaksvík

Sagt verður frá grannauppgerðini í Havn, og frá dystinum í Klaksvík har NSÍ vitjar. Dystirnir byrja klokkan 15

2. páskadag sigur Rás2 frá tveimum dystum í effodeildini. Frásøgumenn verða Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen.

 

Sagt verður frá grannauppgerðini á ovara vølli í Gundadali í Havn, har HB og B36 møtast. Sagt verður eisini frá dystinum í Klaksvík har NSÍ kemur á vitjan. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

 

Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum, Suðringar-Skála, EB/Streymur-Víkingur og ÍF-07 Vestur, og kunnað verður um hvussu tað gongur í teimum dystunum.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" frætta vit frá umboðum fyri ymisk lið, sum hava spælt dyst í effodeildini. 

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo seinni um kvøldið. In.fo fer eisini at hava tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Til ber at lurta eftir frásøgnunum á Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9, og á FM 98,7.