Rás2 sigur frá FH-Víkingur í kvøld

Dysturin byrjar klokkan 20.15, og sendingin byrjar klokkan 20

Sum so ofta fyrr, so er Rás2 har tað veruliga hendir í føroyskum ítrótti.

 

Tróndur Arge er staddur á Hafnarfjørðinum í Íslandi, og hann fer at siga frá fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League millum FH og Víking, sum verður spældur á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í kvøld.

 

Dysturin byrjar klokkan 20.15, og sendingin á Rás2 byrjar klokkan 20.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.