Rás2 sigur frá Føroyar-Ungarn í kvøld

Dysturin byrjar klokkan 19.45. Upptaktin byrjar klokkan 16.10

Rás2 er aftur á blettinum, tá føroyska fótbóltslandsliðið spælir sín fyrsta HM-undankappingardyst ímóti Ungarn á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum, og landsliðslegendan Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari. 

 

Longu klokkan 16.10 byrjar upptaktin, har prátað verður við Lars Olsen og landsliðsspælarar. Vit skulu eisini hoyra eina fótbóltsreportasju úr Ungarn og um ungarsku fótbóltssøguna. Spældir verða klassiskir landsliðssangir í sendingini.

 

Aftaná dystarlok verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, har prátað verður við venjarar og spælarar. Kunnað verður eisini frá dystinum á in.fo, og myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.