Rás2 sigur frá Føroyar-Ungarn

Tróndur Arge sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 18, og Pole J. Hansen verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 17.15

Í kvøld klokkan spælir føroyska U21 landsliðið fimta og seinasta dystin í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria. Dysturin verður ímóti Ungarn, sum samstundis verður dysturin um triðja plássið í bólkinum. Føroyar, Ungarn, Noreg og Týskland hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar. Chile og Suðurkorea skulu spæla plasseringsdystir.

 

Higartil hevur føroyska liðið vunnið 31-28 á Chile og 28-27 á Suðurkorea. Í stórum løtum hevur liðið eisini staðið seg væl í 23-29 tapinum ímóti Noregi, og í 21-29 tapinum ímóti Týsklandi, sum er næststørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum. 

 

Tróndur Arge sigur frá HM-dystinum á Rás2. Pole J. Hansen (myndin) hevur verið ein hollur og góður viðmerkjari til allar HM-dystirnar higartil, og hann verður aftur viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi í kvøld. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á FM 94,8.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.