Klokkan 16.45 byrjar U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Póland á Tórsvølli.
Rás2 er sum altíð á staðnum, og Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2. Teitur Joensen verður viðmerkjari.
Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava tekstfrásøgn frá dystinum. Myndir, samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.