Rás2 sigur frá Føroyar-Suðurkorea í kvøld

HM-dysturin byrjar klokkan 20. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 19

HM-fepurin merkist kring landið nú søguliga U21 manslandsliðið í hondbólti skal spæla sín annan dyst í HM-endaspælinum, sum er í Algeria í hesum døgum.

 

Klokkan 20 spæla Føroyar ímóti Suðurkorea, sum taptu tepurt 29-31 ímóti Noregi. Talan verður um eina torføra uppgávu, men føroyska liðið fer at selja seg dýrt.

 

Tróndur Arge fer at siga frá HM-dystinum millum Føroyar og Suðurkorea á Rás2. Pole J. Hansen verður viðmerkjari.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Í Vestmanna kunnu fólk lurta við á FM 94,8.

 

Sent verður frá klokkan 19. Hallur Danielsen frá HSF vitjar í Rásarúminum, og upptaktsprát úr Algeria verða eisini at hoyra.

 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo aftaná dystin.