Rás2 spennir seg út við hondbóltinum hesa vikuna.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá fýra hondbóltsdystum á Rás2 hesa vikuna. Sagt verður frá trimum dystum í FTZ-deildini, og einum dysti í hvonndeildini.
Til ber at lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo tá dystirnir eru loknir.
Dystirnir Rás2 sigur frá komandi dagarnar eru hesir :
Týsdagin 13.12.16
klokkan. 20.00 KÍF – StÍF (FTZ deildin)
Mikudagin 14.12.16
klokkan. 18.30 Kyndil – Neistin (hvonn deildin)
klokkan. 20.00 Kyndil – Neistin (FTZ deildin)
Leygardagin 17.12.16
klokkan 16.00 StÍF-H71 (FTZ deildin)