Rás2 sigur frá EB/Streymur-HB og NSÍ-07 Vestur

Dystirnir byrja klokkan 15, og sendingin byrjar klokkan 14

Seinnapartin í dag siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá effodeildar-dystunum NSÍ-07 Vestur og EB/Streymur-HB á Rás2, sum øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Dystirnir, sum Rás2 sigur frá byrja báðir klokkan 15, og byrjað verður við at senda klokkan 14, tá Teitur Joensen og Tróndur Arge fara meta um umfarið, tá sendingin "Fótbóltspanelið" verður endursend. Fylgt verður við í gongdini í dystunum ÍF-Víkingur, TB/FCS/Royn og Skála-B36.

 

Heri Simonsen verður tøkningur og vertur, og hann prátar við hesar aktørarnar: Tórður Thomsen (B36), Pætur Dam Jacobsen (Skála), Jón Krosslá Poulsen (TB/FCS/Royn), Dánjal Á Lakjuni (ÍF), Jonas Flindt Rasmussen (KÍ), og Sámal Erik Hentze (Víkingur) í sendingini "Triði Hálvleikur", sum byrjar aftaná klokkan 17.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma eisini út á in.fo seinni.