Tað verður nógvur ítróttur á Rás2 í dag. SportBoxin verður endursend millum klokkan 13 og 14.45.
Klokkan 15 sigur Árni Gregersen frá dystinum millum Víking og HB. Teitur Joensen verður viðmerkjari.
Heri Simonsen fer at hava samband við hesar heimildarmennirnar: Bogi Mortensen: Suðringar-NSÍ, Eyðun Thorgeirsson KÍ-EB/Streymur, og Jarnhold Nattestad 07 Vestur-Skála. Allir dystirnir byrja klokkan 15 uttan dysturin í Trongisvági, sum byrjar klokkan 14.30.
Sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2 fer at práta við hesar aktørarnar: Trygvi Mortensen (07 Vestur), Andras Gango (Skála), Maurice Ross (Suðringar), Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ), Jonas Flindt Rasmussen (Kí), Heðin Askham (EB/Streymur), Jákup Á Borg (B36) og Niels Pauli Danielsen (ÍF).
Lurtið við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7:
In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá teimum fýra effodeildardystunum, sum verða spældir í dag.