Sundalagsstevna er í Kollafirði hetta vikuskiftið, og nógv tiltøk eru á skránni.
Stórur spenningur er eisini um FM-kappróðurin sum er í morgin seinnapartin.
Í samband við Sundalagsstevnuna sendir Rás2 beinleiðis úr Kollafirði seinnapartin í dag. Sent verður millum klokkan 13 og 15.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Í Kollafirði hoyrist Rás2 á FM 95,5.
Hinir frekvensirnir eru 88,7, 91,7, 93,9 og 98,7.