Rás2 sendir frá Bátastevnuni í Vestmanna

Rás2 samsendir við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. Reportari verður Vilmund D. Jacobsen

Rás2 fer aftur at senda bátaradio í morgin.

 

Frá leygardegnum klokkan 13 verður sent frá Bátastevnuni í Vestmanna. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna, so øll í bygdini fáa lurtað við.

 

Sum vanligt er til bátaradio á Rás2, so fer Vilmund D. Jacobsen at vitja umborð á ymiskar bátar, og gera góð og hugfarslig prát við bátafólkið. Vilmund fer eisini at gera prát á kajuni á Vestmanna.

 

STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna fer at senda lokalt frá klokkan 17.

 

Prátini, sum Vilmund D. Jacobsen ger í sendingini koma á út á in.fo seinni um dagin.

 

Tað ber til at lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.