Rás2 sendir frá Bátafestivalinum í morgin

(Ljóðsamrøða) Hoyr Vilmund Jacobsen, reportara greiða frá bátaradio-sendingini, sum verður á Rás2 í morgin

Aftur í ár fer Rás2 at senda frá ymisku bátastevnunum, og byrjað verður í morgin har sent verður frá Bátafestivalinum á Toftum.

 

Vilmund Jacobsen er væl kendur millum bátafólkið í Føroyum, og hann verður aftur í ár reportari, tá Rás2 fer at senda frá teimum ymisku bátastevnunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Vilmund Jacobsen greiða frá sendingini í morgin. Byrjað verður at senda klokkan 13, tá Vilmund er staddur inni í Skálabotni, og hann fer umborð á ymiskar bátar at gera prát, og tá lagt er at í Oyrunum á Toftum fer Vilmund at hava prát við ymisk fólk, sum eru stødd á kajuni á Toftum.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.