Rás2 sendir fýra tímar frá G-festivalinum

Sent verður beinleiðis úr Gøtu millum klokkan 15.10 og 19 í dag

G-festivalur er í Syðrugøtu í hesum døgum, og tað fer Rás2 at gera nógv burturúr seinnapartin í dag.

 

Rás2 sendir beinleiðis frá Syðrugøtu í dag. Reportari verður Jóna Nicolajsen.

 

Prátað verður við fyrireikarar, starvsfólk, gestir og tey sum framføra á G-festivalinum.

 

Øll kunnu lurtað við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Onkrar av samrøðunum koma út á in.fo.