Rás2 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni

Í morgin klokkan 10 kunnger Lars Olsen A-landsliðshópin, sum skal møta Ungarn 6. september

Í morgin klokkan 10 verður aftur ein beinleiðis fótbóltssending á Rás2.

 

Hesaferð verður sent beinleiðis frá tíðindafundinum í FSF-húsinum, har Lars Olsen, landsliðsvenjari fer at kunngera A-landsliðshópin, sum skal í holt við ta fyrstu uppgávuna í samband við komandi HM-undankappingini.

 

Týskvøldið 6. september verður fyrsti dysturin hjá Føroyum í undankappingini. Talan verður um dyst á Tórsvølli, har EM-luttakararnir Ungarn verður mótstøðuliðið. Føroyar møttu Ungarn í seinastu EM-undankappingini. Talan gjørdist um teprar 0-1 og 1-2 ósigrar. Serliga á útivølli í Budapest var talan um ein hepnan ungarskan 2-1 sigur.

 

Aftaná landsliðshópurin er kunngjørdur fer Tróndur Arge at hava eina beinleiðis samrøðu við Lars Olsen.

 

Til ber at lurta eftir sendingina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.