Rás2 sendir "Bátaradio" úr Vestmanna í morgin

Sent verður millum klokkan 12 og 15. Samsent verður við Staðið FM 101 í Vestmanna

Í morgin leygardagin verður tann stóri bátastevnudagurin í Vestmanna, har hæddarpunktið er, tá bátar í einum stórum bátafylgi sigla av Fútakletti til Vestmanna.

 

Royndi bátaradio-reportarin hjá Rás2, Vilmund Jacobsen, sum er sera væl kendur millum bátafólkið í Føroyum verður sjálvandi við, og hann fer at koma við beinleiðis samrøðum frá bátum, og eisini frá bátastevnuøkinum í Vestmanna.

 

Sent verður millum klokkan 12 og 15. Klokkan 15.48, í steðginum í dystinum millum NSÍ og ÍF í effodeildini frætta vit aftur aftur frá Vilmundi Jacobsen í Vestmanna, og ein samanumtøka verður eisini klokkan 17, tá dysturin við Løkin í Runavík er liðugur. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Øll kunnu lurta eftir sendingini "Bátaradio" á Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.