Umleið 120 føroysk ítróttarfólk fara tíðliga leygarmorgunin til Álands, har 13. Oyggjaleikirnir verða hildnir næstu vikuna. Setanin er leygarkvøldið, og fyrstu kappingarnar verða sunnumorgunin. Oyggjaleikirnar varða til leygardagin um eina góða viku.
Miðlahúsið verður eisini við á ferðini til Álands, og Rás2 fer at senda slakar 100 tímar av Álandi. Øll skráin hjá Rás2 verður ruddað næstu vikuna, og mest sum øll sendiflatan verður send av Álandi. Tíðindini verða tó sum vanligt send úr Føroyum.
Fyrsta sendingin hjá Rás2 av Álandi verður leygardagin kl. 16.00, tá ið upptakt og setan eru á skránni. Síðani verður sent frá klokkan 7 á morgni næstu vikuna og til klokkan 20.00 ella longri um kvøldið.
Sum nakað nýtt verða ljóðbrot frá Rás2 at hoyra her á Portalinum, meðan Oyggjaleikirnir eru.
Miðalhúsið hevur 9 fólk á Álandi, og tey fara umframt tilfarið á Rás2 og á Portalinum, eisini at framleiða blaðtilfar til Sosialin og Kykmyndir til Portalin.