Rás2: Símun Rógvi kundi krýna eitt gott ár

(Rás2) Hoyr løtuna tá Símun Rógvi Hansen og Anna S. Hansen vóru heiðraði sum ársins málverjar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr løtuna tá Símun Rógvi Hansen (NSÍ) og Anna S. Hansen (EB/Streymur/Skála) vóru kunngjørd at verða ársins málverjar í føroyskum fótbólti 2017.


2) Hoyr samrøðuna André Olsen hevði beinleiðis á Rás2 við Símun Rógva Hansen og Óla Ejdesgaard, hjálparvenjara hjá EB/Streymi/Skála.

 

Óli Ejdesgaard tók ímóti heiðrinum vegna Onnu S. Hansen, sum er við føroyska U19 flogbóltslandsliðnum í Onglandi, har hon og liðfelagarnir fyrr í dag vunnu 3-1 á Íslandi.

 

Símun Rógvi Hansen hevur vart málið hjá NSÍ væl í ár, um enn onkur mistøk eru gjørd á vegnum. Tað eydnaðist Símuni Rógva at vinna steypakappingina við NSÍ, og at verða tikin út til landsliðið, og nú bleiv árið krúnað sum ársins málverji.