Í Fótbóltspanelinum, sum verður sent á Rás2 í dag klokkan 16, verður sendingin ”Árið ið fór í føroyskum fótbólti 2016”.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Í sendingin hoyra vit hvussu leikur fór fram í landskappingini, steypakappingini og í Evropa í farna kappingarári.
Sendingin byggir fyri tað mesta á beinleiðis frásøgnir og samrøður, sum hava verið at hoyrt á Rás2 í ár. Sendingin verður endursend í morgin klokkan 17, umframt sunnudagin 1. januar klokkan 19.